TT

Hevur tú eina jólamynd, sum er tikin í Vági? Vágs Kommuna sóknast jólamyndir, sum eru tiknar í Vági ella kring Vág og sum kundi hóska til jólaheilsanina ella kunningartilfar frá Vágs Kommunu.

Niðanfyri ber til at senda inn myndir, sum Vágs Kommuna kundi brúkt. Í frymlinum skalt tú upplýsa, hvør eigur myndina, at tú hevur øll loyvir og at tú gevur Vágs Kommunu rætt til at brúka myndina til ymist kunningartilfar. Eisini verður tú biðin um, at upplýsa møguligan kostnað á myndini. Myndatakarin verður krediteraður fyri myndina, har tað er møguligt.

Vágs Kommuna skilar sær rættin til at velja myndirnar og setir seg í samband við eigararnar av útvaldu myndunum.

Send inn tína jólamynd

Upplýs møguligan kostnað á myndini