Vika 42 - 2026
Góðu næmingar og foreldur.
Skúlin verður komandi vikuna umskapaður til ein lítlan bý við alskyns handilsog tænastustøðum, har vit arbeiða, framleiða, keypa og selja (við spælipeningi).Næmingarnir velja seg inn á verkstovur og fara at arbeiða har ta vikuna.
Vit gleða okkum til at bjóða almenninginum til opið hús tórskvøldið 8.oktober kl. 17-19 at uppliva alt tað, sum vit hava arbeitt við. Tá verður møguleiki at keypa tær vørur og tænastur, næmingarnir hava framleitt og kunnu veita, og allur peningur, ið verður savnaður inn fer til Krabbameinsfelagið.
Tá tit koma í skúlan tórskvøldið 8.oktober, fara tit sum tað fyrsta í “bankan” at stuðla við tí upphæddini, sum tit ynskja. Upphæddin, sum tit ynskja at stuðla við, verður síðani vekslað til “skúlapening”, ið tit kunnu hugna tykkum við í býnum hjá okkum.
Tit kunnu stuðla við 100, 150, 200, 250 kr ella valfríari avrundaðari upphædd.
Bankin tekur ímóti reiðum peningi og korti.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.
Blíðar heilsur
Vágs skúli