Læraradagur
Næmingarnir hava frí
19. februar verður læraradagur fyri allar fólkaskúlalærarar í Norðurlandahúsinum.
Evnið á læraradegnum er læring í 21. øld.
Læringshugtakið er undir støðugari broyting og menning, og hugsan okkara við hesum evninum er at kveikja kjakið um læringshugtakið, bæði í breiðum høpi og í egnari undirvísing.
Skráin er tann sama báðar dagarnar. Pláss er fyri umleið 400 luttakarum hvønn dagin, og tilsamans koma eini 800 skúlafólk, sum dagliga virka í fólkaskúlanum, bæði til fakliga kunning og íblástur.
Skráin sum PDF-skjal
Dagurin verður skipaður við trimum felagsfyrilestrum í høllini og fimm verkstovum, sum vera í øðrum hølum í Norðurlandahúsinum. Hvør luttakari skal melda seg til eina verkstovu.
Her er skráin við kunning um fyrilestrar, verkstovur og framløgur.
Vinaliga setið tykkum í samband við Nám, um spurningar ella ivamál eru. Tit kunnu ringja ella skriva beinleiðis til Dorthe Pedersen, 555175 ella dorthe@nam.fo.