Skúlin avlýsir
Skúlin hevur nú fingið skriv frá Undirvísingarstýrinum um mannagongdir í samband við, at skúlin letur aftur frá 13. mars og komandi tvær vikurnar.
Í hesum sambandi verður heitt á tykkum foreldur um, at hava børnini heima.
Skúlin hevur tó opið í neyðugum vavi fyri børnum, sum ganga í 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, sum t.d. heilsuverkinum og tilbúgvingini annars, og sum ongan møguleika hava fyri ansing.
Hesi foreldur mugu senda teldupost til skúlan vag@skulin.fo ella til skúlastjóran john.henrik.holm@skulin.fo við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúladagurin hjá hesum næmingum verður frá kl. 8:00 til 12:00.
Vanliga skúlaskipanin er niðurløgd, og tí er talan um serstøðu við avmarkaðum virksemi hesa tíðina. Fyriskipanir verða settar í verk, so undirvísingin kann halda fram so væl sum gjørligt, hóast næmingarnir eru heima. Kunnað verður á heimasetningunum hjá einstøku flokkunum seinast mánadagin, har nærri boð verða givin.
Talan er um eina undantaksstøðu, sum fyribils er galdandi í 2 vikur. Tamarhald er enn á støðuni í Føroyum, men av tí at støðan í londunum kring okkum er hættislig, verða hesi tiltøk sett í verk fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing í Føroyum. Hvør einstakur eigur at taka ábyrgd fyri sjálvum sær og sínum nærmastu.
Um spurningar ella ivamál eru, eru tit vælkomin at ringja til mín á fartlf. 239330
Vinaliga
John Henrik Holm, skúlastjóri