hós. 9. apr. - mán. 27. apr.

Páskafrítíðin er longd eina viku

Eingin undirvísing verður aftur fyrr enn mánadagin 20. apríl. Landsins myndugleikar hava boðað frá, at samfelagið so spakuliga verður latið upp aftur eftir páskir, og mánadagin 20. apríl lata skúlarnir stigvíst upp aftur. Tá sleppa næmingarnir í grunddeildini aftur í skúla, tó uttan møtiskyldu.

 

1., 2. og 3. flokkur
Í fyrstu atløgu verður vanliga skúlagongdin hjá 1., 2. og 3. flokki tikin upp aftur mánadagin 20. apríl. Tað er ikki møtiskylda, tí tað er ikki eitt krav, at børnini skulu møta í skúla. Foreldur kunnu velja at hava børn síni heima og undirvísa teimum. Um so er, ber til at fylgja heimasetninginum við at hyggja í vikuætlanina hjá flokkinum.

 

4. – 10. flokkur
Fyri mið- og hádeildina verður ongin vanlig skúlagongd fyribils. Næmingarnir í 4. – 10. flokki fara framhaldandi at fáa heima- og fjarundirvísing, og er hetta galdandi fyri allar næmingar. Tað merkir, at tað er skylda at verða virkin í undirvísing og heimaarbeiði. Hesin undirvísingar- og samskiftisháttur á netinum heldur fram til 18. juni, um eingi onnur boð koma frá politiska myndugleikanum um, at hesir næmingar kunnu fara aftur í skúla.

Landsroyndir í 4. og 6. flokki

Landsroyndirnar í 4. og 6. flokki, sum skuldu verða nú í apríl, verða fluttar til í heyst fyri somu næmingum, sum skuldu farið til landsroynd í vár. Næmingarnir ganga tá í 5. og 7. flokki.

Próvtøkur í 9. & 10. flokki

Ongar endaligar próvtøkur verða í 9. & 10. flokki í summar, hvørki munnligar ella skrivligar, men ársmet koma í staðin fyri próvtøkumet.

Annað
Havandi í huga, at viðurskiftini kunnu broytast skjótt, kunnu broytingar koma fyri í mun til tað, ið nú verður sett út í kortið við undirvísing, tó er avgerðin um próvtøkuviðurskiftini endalig.

Dagarnar frá 14. til 17. apríl fara leiðsla og lærarar skúlans at skipa, ráðleggja og nágreina undirvísingina eftir nýggju fortreytunum. Tit fáa nærri kunning um tað í næstu viku.

Hava tit ivamál ella spurningar, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við leiðslu ella lærarar skúlans.

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur – í skúlanum eins væl og á netinum :)

Við ynskjum og í vónini um eitt jaligt og kveikjandi samstarv.

Gleðiligar páskir :)

Vágs Skúli