mán. 27. apr. - týs. 12. mai.

Vágs Skúli søkir lærarar til komandi skúlaár

Lærarar til Vágs Skúla

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2020: 

5 møguliga 6 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2020/2021, vegna barnsburðarfarloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar 

Seinasta starvið er parttíðarstarv. Endaliga tímatalið verður ásett 1. september.

Skúlanum tørvar lærarar,

Sum kunnu undirvísa í mið- og hádeild, umframt møguliga undirvísa næmingum við serligum avbjóðingum

Søkt verður eftir lærarum sum:

·         hava læraraútbúgving

·         kunnu átaka sær undirvísing í ítrótti við dreingjum

·         kunnu átaka sær undirvísing í alisfrøði

·         kunnu átaka sær undirvísing í føroyskum og donskum

·         duga væl at samstarva og samskifta

·         eru fyrikomandi  

·         sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum  

·         tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini

·         hava áræði til at taka ábyrgd 

Lønar- og setanartreytir: 
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2  samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. 

Umsóknir:

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 12. maj 2020  kl. 12.00

Umsóknir skulu sendast til:

 

Vágs Skúla

Vágsvegur 32

Fo-900 Vágur

 

Ella á teldupost:  john.henrik.holm@skulin.fo

  

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja ella senda teldupost til

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330 ; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo  ella

Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334 ; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo