mán. 24. mai. - frí. 18. jun.

Skriv frá undirvísingarstýrinum

Smittutølini í Føroyum eru hækkað munandi í vikuskiftinum, og tí hevur heilsufakligi ráðgevandi bólkurin til skúlar og dagstovnar havt fund í dag og er komin til hesar niðurstøður viðvíkjandi próvtøkum, ársroyndum og skúlagongdini sum heild.

Skrivligu próvtøkurnar í miðnámsskúlunum og fráfaringarroynd fólkaskúlans verða hildnar sambært ætlan, men mælt verður staðiliga til at skipa soleiðis fyri, at frástøðan millum næmingarnar er 2 metrar. Eisini má ansast eftir, at næmingar halda frástøðu við komu til próvtøkurnar og aftaná.

Viðvíkjandi ársroyndum, so verða tær antin útsettar ella verða tær framdar á netinum. Leiðsla skúlans tekur avgerð um, hvussu hetta verður skipað í einstaka skúlanum.

Hetta er tíðin, tá ið nógvir flokkar fara á seturskúla. Mett verður, at skúlanir kunnu skipa fyri seturskúla og útferðum, men at tað er týdningarmikið, at næmingar eru saman við næmingum úr egnum flokki og ikki fara millum fólk, tey vanliga ikki eru saman við.

Nú støðan er, sum hon er, verður mint á at verða serliga varin. Tað vil siga, at næmingar verða mintir á at halda frástøðu, at vaska hendur og/ella spritta. Eisini verður aftur farið til til skipanina at hvør flokkur er ein bólkur, sum ikki kemur saman við øðrum flokkum.

Viðmerkjast skal, at næmingar, sum eru sendir í sóttarhald, eru at meta sum sjúkir og fara til sjúkraroynd, tá ið hon verður.

Undirvísingarstýri