Summardagar verða í Vági
Í døgunum 26. juni – 7. juli verða Summardagar í Vagi. Hetta er eitt annaleiðis frítíðartilboð, sum Vágs Kommuna skipar fyri.
Vágs Kommuna vendi sær seint í januar til foreldur at børnum í 1. til 4. flokki í kommununi. Endamálið var at kannað um tørvur var á einum skipaðum dagtilboðið til børnini eftir at summarferian hjá skúlanum var byrja, og har foreldrini møguliga ikki enn høvdu fingið feriu frá arbeiðsplássunum. Afturmeldingarnar frá foreldrunum vístu, at tað er ein tørvur á einum skipaðum dagtilboðið – serliga tær fyrstu tvær vikurnar eftir, at skúlin er farin í summarferiu.
Vágs Kommuna hevur tí gjørt av, at skipa fyri summardøgum – ella eitt summartilboð til børn – í tvær vikur. Talan verður um eitt øðrvísi, stuttligt dagtilboð – fult við upplivingum, læring og samhaldi í nærumhvørvinum í Vági og kring um í Suðuroynni. Dentur er lagdur á, at øll kunnu verða við. Summardagarnir verða skipaðir av Siri Hovsgarð og Rakul Dahl, ið starvast í Frítíðarskúlanum.
Longu nú kann Vágs Kommuna avdúkað, at summardagarnir innihalda hetta: Evnisdag í FabLab, vatndagar í Páls Høll, eitt ironman special edition, fjallatúrar, Snorri Patursson (kostfrøðingur) lærir børnini at matgera lokalar ráðvørur, Janus Dam Guttesen kemur at hava eitt tekniskeið og børnini sleppa at royna kajakkirnar hjá Suðuroyar Kajakk.
Í Vágs Kommunu eru okur sera fegin um góðu undirtøkuna til Summardagarnar. Tað eru 26 børn tilmeldaði til Summardagar í Vági.