Vitjan í Vágs Skúla
Í dag hevði Vágs skúli sera forkunnuga vitjan, tá ið landsstýrismaðurin í Barna- & útbúgvinarmálum var á rundferð í Suðuroynni.
Djóni Nolsøe Joensen hevur seinastu mánaðirnir fylgt væl við í einari phd-rørsluverkætlan, sum í hesum døgum fer fram í Vágs Skúla. Rørsluverkætlanin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Fólkaheilsuráðið og Vágs skúla. Djóni Nolsøe Joensen vitjaði og luttók í einum rørslutíma saman við 4. flokki.
Eftir rørslutíman setti landsstýrismaðurin og starsvfólk úr Barna- og útbúgvingarráðnum, næmingum og lærarum spurningar um átakið. Dúgliga varð spurt og svarað og huglagið var gott millum embætisfólk, lærarar og næmingar.
Eftir rørslutíman høvdu lærarnir, ið eru knýttir at rørsluverkætlanini, framløgu. Framløgan var um tilgongdina, tilfarið, royndir og eisini "ringar í vatninum”, sum tey orðaðu seg.
Á miðdegi var døgurðasteðgur. Síðani var fundur millum leiðslunar í Tvøroyar og Vágs skúla, Fróðskaparsetur Føroyar, Fólkaheilsuráðið og landsstýrismannin í Barna- og útbúgvingarmálum og embætisfólk hansara.
Kjakast varð um, hvussu rørsluverkætlanin kann halda fram í Vágs- og Tvøroyrar skúla og møguliga eisini setast í verk á øðrum skúlum í Føroyum.