TT

Frá mánadegnum 18. sept. 2023 er telefonpolitikkur skúlans dagførdur

14.09.2023

TELEFONPOLITIKKUR Í VÁGS SKÚLA
 

Meginreglur fyri telefonnýtslu í Vágs Skúla 

Í Vágs Skúla leggja vit dent á at venja næmingar við góðan telefonsið og uppaling í einum talgildum heimi. Tað er alment kunnugt, at ov nógv telefonnýtsla ávirkar hugsavnan og arbeiðslag hjá næmingum. Tí hava vit ásett meginreglur viðvíkjandi nýtslu av telefon. Í meginreglum skúlans stendur soleiðis um endamálið við meginreglum í samband við telefonnýtslu: 

Endamál: 
At telefonir ikki órógva undirvísingina 
At telefonir ikki gera, at næmingarnir gerast kropsliga óvirknir í fríkorterunum 
At næmingarnir eru meira saman sosialt í fríkorterunum 
At áseta, í hvønn mun telefonin kann verða eitt amboð í undirvísingini 
At tálma happing á netinum 

Við hesum í huga heita vit á næmingar um ikki at hava telefon við í skúla. Hava næmingar telefon við í skúla er mannagongdin tann, at næmingurin leggur telefonina í telefonkassan í eitt skáp í flokshølinum. Telefon skal verða sløkt og bluetooth skal verða sligið frá.

Hetta verður gjørt, tá møtt verður á morgni, og skápið verður læst. Tá skúladagurin er liðugur, fær næmingurin telefonina aftur.  

Tað kann sjálvandi koma fyri, at foreldur/avvarðandi hava tørv á at fáa fatur í næmingum skúlans. Í slíkum føri ber til at seta seg í samband við flokslæraran ella: 

Skrivstovuna í Vágs Skúla – tlf. 239306 
Skúlastjóra, John Henrik Holm, - tlf. 239330