
Color run
15.05.2024
Góðu næmingar og foreldur,
Tórsdagin 16.mai skipa Ítróttaháskúlin og Vágs skúli aftur fyri Color run í Vági.
Næmingar í Vágs skúla og Ítróttaháskúlanum fara at renna saman.
Á vegnum verður litað pulvur blakað á næmingarnar.
Latið tykkum í hvíta t-shirt og klæðir, sum tola at verða dálkað. Eisini er tað snilt at hava sólbrillur við.
Skrá fyri dagin:
Kl.8.00 - 10.45. Vanlig skúlagongd.(havið matpakka við)
Kl.10.45 - 11.00. Ganga vestur í parkina.
Kl.11.00-12.00. Renna.
Kl.12.00-12.15. Kirvi, okkurt søtt og hugni í parkini.
Kl.12.15. Frí. (innskúlingin fer út í skúlan)
Vit gleða okkum til ein virknan og stuttligan dag.
Blíðar heilsanir
Ítróttaháskúlin og Vágs skúli