TT

Evnisvika um fuglar

12.10.2024

Evnisvikan hevur verið í vikuni áðrenn heystfrítíðina.

Innskúlingin hevur hesa vikuna arbeitt við evninum "fuglar". Vit hava hoyrt og tosað um fuglar, hoyrt søgu og sungið nógv um bæði fuglar og annað. Eisini hava vit arbeitt við ymiskum hørðum og bleytum tilfari og skapað ymiskt, sum hevur við evnið fuglar at gera. 

Úrslitið sæst sum sýning á gongini hjá okkum.

Eisini hava vit sungið runt í bygdini og savnað pening inn til landsinnsavningina hjá Reyða Krossi.