Vinnan á vitjan
Okur fegnast um, at fleiri skúlar vilja vitja Vinnan á vitjan aftur í ár, og vilja takka tykkum fyri luttøkuna.
Tiltakið verður skipað soleiðis:
Kl. 10.00 – 10.45: Tiltakið byrjar við framløgum. Tríggjar framløgur á 15 minuttir hvør verður fyri næmingunum í 9. & 10. flokki.
Framløgurnar verða hildnar av:
Marin Gårdlykke forkvinna í Havna- & Vinnunevndini
Hjørdis Zachariassen frá Yrkisdeplinum
Jónstein Bech, ið arbeiðir í Danmark, men hevur starvsstað í Vági.
Kl. 10.45 – 11.00: Fríkorter
Kl. 11.00 – 13.00: Básarnir lata upp, og Vinnan á vitjan er opin. Hesar tveir tímarnar hava næmingar høvi at vitja básarnar hjá fyritøkunum. Eisini kunnu foreldur fylgja við, um tey ynskja tað.
Tíð og stað:
Tiltakið verður í fimleikahøllini og auluni í Vágs Skúla. Framløgurnar byrja kl. 10.00, og básarnir lata upp kl. 11.00.
Okur síggjast fríggjadagin 6. mars!