TT

Leys størv í Vágs Skúla skúlaárið 2026/27

19.05.2026

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026: 

  • 3-5 tíðaravmarkaði lærarastørv skúlaárið 2026/27 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2026

  • 1 barsilstarv fyri lærara frá 18. septembur til og við 31 juli 2026. Setanarbrotið er 1.0

Um okkum:

Vit hava næmingar frá 1. flokki til og við 10. flokk. Í skúlanum ganga 225 næmingar, og vit eru umleið 30 starvsfólk í skúlanum. Vágs Skúli er ein sera virkin og framfúsin skúli. Hvørt ár skipar skúlin fyri MGP, hevur árligt colorrun, og ymiskar evnisvikur. Skúlin er sera væl útgjørdur til ymisk tiltøk. Vit eru einasti fólkaskúli í landinum, sum hevur egið FabLab, sum hevur fría atgongd til 50 metrar svimjihyl, marghøll og  ítróttarhøll. Hesar hentleikar royna vit at brúka sum best, og sæst hetta eisini aftur við, at vit millum annað júst hava vunnið árligu Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Vit hava eisini skipað fyri skúlafótbóltið fyri allar Føroyar og mangt annað

Skúlin hevur farnu árini eisini verið ein partur av einari Phd verkætlan (Fit First), sum betrar um kroppsligu støðuna, trivnaðin og virkishugan hjá næmingum okkara. Okkara seinasta átak er at hava ein Barnanetverkssamskipara á skúlanum. Hesin leggur til rættis og samskipar hjálp til bæði næmingar, foreldur og ikki minst lærarar og leiðslu skúlans.

Søkt verður eftir starvsfólkum, sum: 

  • eru samstarvs- og virkisfús
  • eru fyrikomandi og løtt at samskifta við
  • eru sinnað at átaka sær tær uppgávur, ábyrgd og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur
  • leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning 
  • duga væl at samstarva
  • hava góðar KT-førleikar á brúkarastøði 

Førleikakrøv
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv. 

Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa í hesum lærugreinum: lívfrøði, handaverk & list, náttúra & tøkni, ítrótti/dreingjaítrótti og donskum - umframt átaka sær floks-/toymisleiðslu.

Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.  

Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sept. 2026.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir:
Umsóknir við cv, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. juni 2026  kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast til:

Vágs Skúla
Vágsvegur 32
Fo-900 Vágur

ella á teldupost:  john.henrik.holm@skulin.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja ella senda teldupost til:

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo  ella

Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo