TT

Spurnakanning um skíggjanýtslu

10.11.2026

Góðu foreldur og umsorganarpersónar


Heilsustýrið kunnar við hesum um, at skipað verður fyri einari spurnakanning um
skíggjanýtslu hjá næmingum í 7. og 9. flokki. Endamálið er at kanna, um samband sæst
millum skíggjanýtslu, heilsu og trivnað hjá børnum og ungum í Føroyum. Vitanin skal nýtast
til heilsufremjandi og fyribyrgjandi arbeiði.


Hvat verður spurt um?
Spurningarnir snúgva seg um skíggjanýtslu yvirskipað, nýtslu av online spølum (gaming) og
nýtslu av sosialum miðlum. Vit spyrja millum annað um, hvussu nógva tíð tey brúka á
skíggjanum og hvat tey brúka skíggjan til.
Harumframt verða spurningar um svøvn, rørslu, sosial sambond, trivnað og sálarheilsu.
Kanningin skal lýsa vanar og upplivingar hjá børnum og ungum í Føroyum og verður ikki nýtt
til at hyggja at einstøkum børnum.

Hvussu fer kanningin fram?
Næmingarnar svara einum talgildum spurnablaði í skúlatíðini í tíðarskeiðinum 9. til 20.
november 2026. Ein skúlatími verður lagdur av til kanningina, og lærararnir hjálpa
næmingunum, um tørvur er á tí.
Kanningin er dulnevnd. Heilsustýrið sær sostatt ikki, hvør næmingur ella flokkur hevur latið
svarini.


Vónandi verður undirtøkan fyri kanningini góð.
Vinaliga
Heilsustýri