TT

Umsókn um byggiloyvi

Les okkara privatlívspolitikk her

Set kross við, hvørja bygging ætlan er at fara undir.
Verður søkt um t.d. sethús við sjálvstøðugum bilhúsi/bilskýli, skal krossur setast fyri bæði.
Er talan um nýbygging, skal upplýsast um, hvørjar tekniskar innleggingar eru á ognini.

 

Vegleiðing

- Hvørji fylgiskjøl skulu leggjast við í umsóknina?

Alt eftir, hvat søkt verður um, eru ymisk krøv til, hvørji skjøl skulu leggjast við í umsóknina. Niðanfyri sæst, hvørji fylgiskjøl eru kravd í hvørjum føri.

Sethús, tvíhús, rað-/ketuhús ella vinnubygningar

  • Støðumynd 1:250/1:500
  • Flatmyndir 1:100
  • Tvørskurður 1:50 við tilfarslýsing
  • Síðumyndir 1:100
  • Kloakkplan 1:100
  • Sertekning av brandkambi í tak og útveggi 1:20 (tvíhús/raðhús)
  • Avrit av skeyti
  • Møguligir servituttir
  • Møguligt grannaloyvi
  • Frágreiðingar og útrokningar

Bilhús/bilskýli

  • Støðumynd 1:100
  • Flatmynd 1:100
  • Síðumyndir 1:100
  • Tvørskurður 1:50 við tilfarslýsing

Skúrur/hjallur

  • Støðumynd við mátum og plasering
  • Tvørskurður í minsta lag 1:100 við mátum og tilfarslýsing

Kvistar

  • Tekningar av øllum viðkomandi útsíðum, í minsta lagi 1:100 við øllum mátum og tilfarslýsing

Umbygging

  • Tekningar av øllum viðkomandi umbyggingum, sum skulu lýsast fyri at viðgera málið, flatmyndir, síðumyndir og tvørskurðar við tilfarslýsingum.

Spurningar

Spurningar í samband við byggiloyvi kunnu sendast til teldupost vagur@vagur.fo ella við at ringja til Vágs kommunu á tlf. 66 30 00 ella teknisku deild á tlf. 23 93 02.

Faldarin "Tá ið bygt verður"

Faldarin "Tá ið bygt verður" er gjørdur fyri at lætta um, tá ið søkt verður um byggiloyvi til t.d. sethús.

Í faldaranum eru dømi um tekningar, frágreiðingar og útrokningar o.a.