Umsókn um frípláss á dagstovni, í dagrøkt og í frítíðarskúla, fyri tíðarskeiðið 1. august 2022 til 31. juli 2023
Les okkara privatlívspolitikk her
Tá barn byrjar á stovni, verður fíggjarligt frípláss játtað frá byrjunardegnum, um umsóknin verður latin inn í seinasta lagi ein mánað eftir byrjunardagin.
Umsóknin um framhaldandi frípláss skal latast inn áðrenn 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin
Søkjast skal av nýggjum á hvørjum ári.
Vart verður gjørt við, at tygum hava skyldu at boða frá broytingum í tygara/tykkara inntøkuviðurskiftum ella øðrum viðurskiftinum, sum hava týdning fyri rættin til heilt ella partvís frípláss. Umsitingin eftirkannar regluliga við stakroyndum upplýsingarnar. Um tað seinni verður staðfest, at broytingar ikki hava verið fráboðaðar, kann frípláss játtað á skeivum grundarlagi verða kravt aftur.
Umsókn um frípláss verður viðgjørt sambært kunngerð um fíggjarligt frípláss.