TT

Er hetta ein vónleysur kampur at taka..

01.12.2025

Er hetta ein vónleysur kampur at taka..

Dagfinn Olsen, lærari í Vágs Skúla, og greinaskrivari á www.in.fo, sigur oftani: “John Henrik, um ein grein skal verða lisin, so má hon ikki vera meira enn eini 15 linjur, annars lesur eingin greinina.

Tað, at ikki kunna hugsavna seg meira enn heilt stutta tíð, kallast at hava ein TIK-TOK heila – hevur tú ein sovornan, so steðga við lesa, tí hendan greinin er longri ein 15 linjur, og krevur eisini, at tú hugsavnar teg eitt sindur.

Í grannalondum okkara verður rópað um hjálp í skúlum, tí børnini eru ikki skúlaklár. Ein alt størri partur av orkuni hjá skúlunum fer til trivnaðar átøk og sosial átøk, heldur enn til undirvísing. Hetta er nakað, sum vit eisini síggja í føroyska skúlanum. Vit hava ikki so nógva gransking á økinum, men niðanfyri er ein donsk kanning um trivnaðin hjá børnum í skúlanum.

Hóast stór átøk innan trivnað í donskum skúlunum seinastu 10 árini, so er støðan bert versnað. Hetta bleiv tí ein høvuðsspurningur í júst avhildna danska kommunuvalinum. Flokkarnir vóru hvør meira ágrytnir enn annar, og tosaðu tey um, at børnini hava PDO (pisse dårlig opdragelsen), og at foreldur mugu taka seg saman. Danska stjórnin tosar í hesum kjakinum um at geva skúlaleiðslum størri møguleika at revsa børn, og at burturvísa næmingum upp til 50 dagar.....Alt, tí trivnaðurin er fallandi, og ófriðurin vaksandi..

Hetta er ikki bert í Danmark. Hesin trupulleiki sæst í skúlunum í øllum londum kring okkum: Vit síggja oftani sendingar í sjónvarpinum, við ørkymlaðum foreldrum og lærarum. Hetta fyllir so nógv í Danmark, at 40%  av nýútbúnu lærarunum í Danmark, ikki starvast sum lærarar 5 ár eftir lokna útbúgving[1].

Her hjá okkum skrivar in.fo, at talið av næmingum í serflokki í Føroyum er tvífaldað seinastu 5 árini[2]. Vit, sum starvast í skúlaverkinum, hava fleiri ferðir fingið fyrispurning frá miðfyristingini, um hvussu fáa vit steðga ógvusliga vøkstrinum innan serøkið?  Somuleiðis er talið av næmingum við skúlaaftran vaksandi. Tað er tí alt sum týðir uppá, at tað, sum hendir innan skúlans gátt í londunum kring okkum, er á veg til okkara.

Hvat gera vit við trupulleikan? - Onki av omanfyri standandi svarast við einum einfaldum svari.

Her finst einki quickfix. Tá man arbeiðir við børnum, er alt ein menning yvir tíð. Vit seta inn átøk, og eftirmeta síðani, tá ein tíð er fráliðin.

Vit eru júst farin ígjøgnum eina skíggjafría viku. Betri samtakið hevur staðið á odda fyri átakinum, og skúlar kring landið hava fingið borðspøl av øllum møguligum slag sendandi, so børn okkara kunnu vera saman á ein annan hátt, enn umvegis telefonina...

Í samband við skíggjafríu vikuna hava vit fingið nøkur føroysk tøl á borðið. Hesi tøl eru álvarslig, og kanska skelkandi

Telefonin hevur í stóran mun yvirtikið lív okkara. Hetta er fyri flest okkara komið sníkjandi, og vit eru at kalla øll rakt av hesum tólið.

Hvussu ávirkar hetta tólið so okkum, og ikki minst børn okkara. Tað er eisini kannað, og her eru nakrar útsagnir um telefonnýtslu.

Um hetta er rætt, merkir tað, at skúlar í summum førum hava heilir flokkar við børnum, sum hava ADHD líkandi atburð. Við børnum, sum ikki klára at sita still, ikki klára at hugsavna seg, og ikki klára at vera saman í felagsskapi. Hetta ávirkar trivnaðin hjá bæði børnum og lærarum

Londini kring okkum hava verið í hesum í longri tíð enn vit, og trupulleikar teirra er kanska samsvarandi størri. Fleiri teirra hava nú tikið viðgongd stig at koma trupulleikunum til lívs.

24. nov. 2024 atkvøddi tjóðartingið í Australia fyri at banna atgongdina hjá ungum undir 16 ár til sosialar miðlar. Av 115 tjóðartingslimum atkvøddu 102 fyri, og 13 í móti.

Í Danmark hava tey í hesum døgum gjørt eina avtalu um at banna sosialum miðlum fyri børnum upp til 15 ár.  “Ved statsministerens tale ved Folketingets åbning i går hæftede hun sig ved, at mange børn ikke kan koncentrere sig og lider af psykiske problemer”

Mette Frederiksen segði millum annað : “ Mobiltelefonerne og de sociale medier stjæler vores børns barndom”

Eg haldi, at nevna børn sum PDO-børn (pisse dårlig opdragelse), er skeivt, og at geva skúlanum rættin at revsa og burturvísa børn, er als ikki nøkur gongd leið.

Vit eiga ikki at síggja børnini sum trupulleikan. Vit eiga síggja børn, sum hava ein trupulleika. Ein trupulleika, sum vit vaksnu hava ábyrgdina av, og mugu hjálpa teimum við.

Eg var til ein áhugaverdan fyrilestur við Imran Rashid mánakvøldið 17. nov. Fyrsti spurningur til áhoyrarafjøldina var: Hvat orð kunnu vit seta á tað at uppdraga børn?.

Hvat er tað mest umráðandi, sum vaksin at kunna gera fyri síni børn?. – Tað er at siga NEI

At siga nei til at sita uppi allan náttina

At siga nei til at eta góðgæti alla tíðina

At siga nei til at roykja og drekka

Í stuttum at siga nei til tað, sum skaðiligt er. At vera tann vaksni, sum leiðir barn sítt trygt inn í vaksnamannalívið.

Flest allir skúlar í landinum savna inn fartelefonin við dagsins byrjan, og útlevera tær aftur tá, skúladagurin er at enda komin. Hetta er vegleiðing frá landsins myndugleikum. Hetta merkir fyri okkum í Vági, at vit innsavna allar fartelefonir hvønn dag, og útlevera allar fartelefonir hvønn dag eftir skúlin er lokin. Skúlar landsins siga NEI til fartelefonir. Grundgevingin er, at børnini eru so tengd at hesum tólið, at tey klára ikki at hugsavna seg - at læra nakað, um tólið er nærhendis. Hetta eru boð og vegleiðingar, sum eru komnar úr Barna- & Útbúgvingarmálaráðnum.

Sum skúlaleiðari haldi eg, at vit eiga at taka saman hendur við foreldur at børnum í skúlanum, og gera av, at børn ikki eiga at hava fartelefon. Heldur ikki heima. Hesar eru skaðiligar fyri menningina hjá børnum okkara, og uppgáva okkara er at vera vaksin, og siga NEI. Vit eiga at fylgja øllum vegleiðingum og kanningum, og seta aldursmark á, nær man kann fáa eina snildtelefon, nær man kann hava sosialar miðlar o.s.fr.

Vit í Vági hava seinastu vikurnar hildið eina røð av foreldrafundum við hesum á skrá. Vit hava í skrivandi stund gjørt avtalu við øll foreldur í 1. – 3. flokki um, at børn okkara ikki fáa snildtelefon meðan tey ganga í barnaskúla. Øll foreldur, ið hava verið á hesum fundum, hava tikið saman hendur og gjørt av, at børn í 1.-3. flokki hava ikki fartelefon – heldur ikki við hús. Hetta merkir eisini, at foreldrini hava tikið snildtelefonina frá børnum teirra. Tey hava sagt NEI, tí tey í kjaki okkara millum eru komin ásamt um hetta.

Í stuttum vilja vit geva børnum okkara barndóm teirra aftur – at loyva teimum at vera børn.

Hetta merkir eisini at tíðin komin til, at vit sum foreldur taka í egnan barm og endurskoða okkara egna forbrúk av telefonini. Hvussu nógv av tíðini skal vera frammanfyri skermin. Tíð,  ið vit  frammanundan ikki hava, um vit skulu arbeiða og renna til eitt hvørt eftir arbeiði.  Nærvera kemur ikki av, at vit sita lið um lið og hyggja í hvør sín skerm.

Vágs Skúli

 



[1] https://www.ae.dk/analyse/2022-04-nyuddannede-kun-6-ud-af-10-laereruddannede-arbejder-i-folkeskolen
[2] https://in.fo/news-detail/naemingatalid-i-serflokkum-tvifaldad-seinastu-seks-arini